Mánakvøldið fór øll nevndin í Klaksvíkar Sjónleikarfelag frá, og nýggj fólk eru komin til.
Seinastu árini hevur nevndin roynt at fingið tak á støðuni í felagnum, sum fekk fíggjarligar trupulleikar av stóru umbyggingini av Atlantis.
Ein loysn er funnin á hesum trupulleikum, so Klaksvíkar Sjónleikarfelag ikki longur stendur fyri rakstrinum av Atlantis, men hinvegin fer at leiga seg inn. Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur júst gjørt leigusáttmála við stýrið fyri Atlantis.
Í gomlu nevndini, sum nú takkaði fyri seg, sótu Gunnar Nolsøe, Adelborg Linklett, Bjarni Ziska Dahl, Fróði Sundskarð og Leif Eliasen.
Nýggju fólkini, sum framyvir skulu mynda leiðsluna í felagnum, eru Katrin Ósá, Per Johannesen, Hans Hjalti Skaale, Petur Eliasen og Hans Jacob Heinesen.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn.