Tað hava ikki verið nógvar útskiftingar í hópinum hjá Neistanum síðani kappingin endaði í mars, men á einum plássi á vøllinum hevur tó verið stór útskifting. Hvørki Jacob Larsen ella Ári, sum stóðu í mál fyri Neistan síðsta kappingarár, vera við í ár, og í staðin hevur felagið funnið tveir nýggjar málmenn. Finn á Svøð, sum seinast hevur vart málið hjá StÍF, hevur verið fyrsti málmaður undan kappingarbyrjan, og harafturat hevur Neistin fingið fatur á einum nýggjum málmanni úr Serbia, sum sostatt skal taka kappingina upp við Finn ímillum stengurnar.