Útsettu ætlaða ruddingardagin vegna veður

Í Vági var ætlanin at hava ruddingardag í dag. Men henda ætlanin fór í vaskið, tí veðrið ikki spælir við, og so er tann hugnin, sum felagsarbeiðið eigur at hava við sær, ikki til staðar.

Nú gjørdist veðrið  munandi verri enn forsøgnirnar í gjár. Nógv regn og fitt av vindi, so eru umstøðurnar til at fáa ein góðan dag saman ikki heilt til vildar, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.

Ætlanin um felags ruddingardag í Vági er tó ikki slept.

Av somu orsøk er ruddingardagurin útsettur til leygardagin 30. Mai 2020, skrivar Vágs Kommuna.