Vegna veður varð nýggjárshaldið í Fuglafirði, sum skuldi vera gamlaárskvøld, útsett. Tað verður ístaðin í dag.
Gingið verður við kyndlum úr ymsum býlingum, og kyndlagongan fer móti Miðstaðarlundini, har hugnaløta við felagssangi og nýggjársrøða eru á skrá. Í ár verður tað Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri, sum heldur nýggjársrøðuna.
##med2##
Kyndlagongan byrjar klokkan 16.
Í sambandi við hugnan í Miðstaðarlundini bjóða skótarnir kakao og karamellur. Aftaná verður fýrverk skotið frá bátahylinum, og súpan verður at fáa við Mentanarhúsið.
Nýggjársnevndin og Fuglafjarðar kommuna, sum skipa fyri, heita á fólk um at vísa størsta ans, tá ið gingið verður við kyndlum gjøgnum býin.