Útselt til Jens Marna í Klaksvík

Jens Marni Hansen hevur í kvøld konsert í Klaksvík, og útselt er til konsertina, sum verður hildin í Spaniastovu.

 

Jens Marni er aktuellur við nýggjari útgávu, Anywhere You Wanna Go, sum er onnur solofløgan hjá honum, eftir at hann í 2008 gav út The Right Way.

 

Í sambandi við úgávuna hevur Jens Marni havt nakrar konsertir, og í kvøld stendur Klaksvík fyri tørni. Har er undirtøkan fyri konsertini so góð, at útselt er.

 

Á konsertini fer Jens Marni at spæla sangir av nýggju útgávuni, umframt at hann eisini fer at tríva í onkrar eldri sangir.