FSF byrjaði at selja seinastu atgongumerkini til landsdystin um fýra-tíðina í dag. Stórur áhugi var at ogna sær møguleikan at síggja italsku heimsmeistararnar Køin niðan til Rover-bilin uttanfyri dyrnar á Gundadalshøllini var javnt long líka frá hálvum tíma undan byrjað varð at selja, til næstan uppi var.
Tað skiltist á lagnum, at Fótbóltssambandið hevði eini fýrahundrað atgongumerki eftir, sum ikki vórðu seld framman undan, og tað vóru hesi, sum í dag vórðu handað út gjøgnum rútin á Rover-bilinum, meðan ein »kassameistari« tók móti peninginum frá fólki.
Tað hava sjálvandi stórlið innan fótbólt verið í Føroyum áður, men ongantíð nakað land, ið er verandi heimsmeistari. So tað er einki at siga til, at áhugin er stórur millum fólk at tryggja sær møguleikan at síggja hesar heimsstjørnurnar. Og kanska fyri einastu ferð telur úrslitið minnið enn møguleikin at síggja mótstøðuliðið.
Fótbóltsáhugaðir italienarar munnu neyvan rokna við nøkrum sprelli frá føroyska mótstøðuliðinum, tí áhugin tykist ikki stórur teirra millum at koma hendanvegin at síggja dystin. Lítið og einki hevur verið at sæð til italienskar áskoðarar í býnum um dagarnar, og teir eru í hvussu er ikki so syngi- og spæliglaðir sum eitt nú skotskir áskoðarar.
Men kanska fer stemningurin eisini millum italiensku áskoðararnar at koma í av álvara, nú tíðin nærkast til bólturin verður givin upp.