Útselt á Tórsvølli

Løgmansfinalan: Øll atgongumerkini eru nú seld

Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum, boðar nú frá, at tað er útselt til finaluna um Løgmanssteypið.

 

- Nú er útselt. Vit hava selt 4.700 atgongumekri, eru øll tey, ið eru til sølu, sigur Virgar Hvidbro.

 

Fyri løtu síðan komu allir KÍ fjeppararnir framvið Tórsvølli og fóru í B36 húsið, har teir hita upp. 10 bussar eru komnir úr Gøtu og Leirvík.

 

Spælararnir eru eisini komnir á Tórsvøll, og hava verið úti vøllinum.