Á middegi í gjár fóru fleiri One Direction fjepparar inn á Billetnet til fánýtis, tí atgongumerkini til tær tvær konsertirnar hjá dreingjunum vóru útseldar, tá bert hálvur tími var farin.
Bara 30 minuttir vóru farnir, tá tey umleið 18.000 atgongumerkini til konsertina hjá One Direction í Jyske Bank Boxen og Forum í Keypmannahavn vóru útseld.
Mánamorgunin klokkan 9 føroyska tíð blivu atgongumerkini til konsertina sett til sølu á Billetnet. Skipanin hjá Billetnet steðgaði tíverri at virka eftir bert lítlari løtu, av tí at so nógv fólk vóru farin inn á heimasíðuna at keypa atgongumerki.
Har vóru fleiri, ið ikki náddu at keypa atgongumerki, og tí komu tey á ein bíðilista, har tey fingu møguleika at keypa atgongumerki seinni.
Konsertirnar hjá One Direction vera 5. og 10. mai 2013.
(Skrivað hevur Rannvá í Homrum Egholm)