Útselt eftir fáum tímum

Men fjepparar fáa møguliga ein annar kjans.

Stórur gravgangur var eftir atgongumerkjum, tá sølan til konsertina við countrysangaranum Krist Kristofferson byrjaði í gjár.


Tað var í gjár, at tíðindi bórust, at sangarin kemur til Føroyar um mánaðarskiftið august-september, og longu seinnapartin vóru øll atgongumerkini seld. Við in.fo siga fyrireikararnir, at øll atgongumerkini vórðu seld tríggjar tímar eftir, at søla byrjaði. Umleið 400 fólk rúmast í Norðurlandahúsinum.


Tey sum hava eitt brennandi ynski um at uppliva countrylegenduna, men ikki megnaðu at tryggja sær eitt atgongumerki, nýtast ikki at fella heilt í fátt enn. Fyrireikararnir upplýsa nevniliga, at tað møguliga verður skipað fyri einum smærri tiltaki onkra aðrastaðni, men leggja dent á, at einki er endaliga avgjørt enn.