Útseld frá forlagnum eftir 10 døgum

Ikki kann sigast annað enn, at bókin ?Serstakar hendingar á sjónum? er væl móttikin av fólki. Hon er longu útseld frá forlagnum í Nesvík. Tað er Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum hevur savnað saman frásagnir frá fólki, ið hava upplivað mangt og hvat á sjónum, í bókini sum kom út fyri fáum døgum síðani.

- Enn er hon tó at fáa í nøkrum handlum kring landið, men nú er einki eftir á goymslu hjá Heimamissiónsforlagnum, verður upplýst.

Rithøvundurin sjálvur er fegin um góðu undirtøkuna, og sigur, at hann er vitandi um, at fleiri fyritøkur hava keypt bøkurnar at geva í jólagávu.

Av tí at eftirspurningurin hevur verið so stórur, er ætlanin at prenta bókina uppaftur. Men hetta verður ikki fyrr enn fyrst í komandi ári.