Tsatsiki og pápin

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Tsatsiki og pápin eftir Moni Nilsson-Brännstöm.

 

Útgáva


Tsatsiki og pápin er onnur bókin um Tsatsiki, sum er øgiliga spentur at hitta pápa sín, høgguslokkafiskaran, sum býr í Grikkalandi. Og so gongur tað við rúkandi ferð, tí mamman og hann fara í summarfrí at vitja øll skyldfólkini. Har hittir Tsatsiki m.o. eitt systkinnabarn, sum er bæði djarvari og frekari enn nakar, hann hevur vitað um. Og so leggur hann til merkis, at gentur kunnu mussast, so at tú kennir tað heilt niður í tærnar - og at tú ongantíð kanst líta fult á nakran. Bergur Rasmussen týddi úr svenskum.

Tsatsiki og pápin er 146 bls., heft og kostar kr. 125. Bókin er umbrotin og prentað á Hestprent.