Útsýnið oman eftir tinghúsvegnum í 1890

Útsýnið oman eftir tinghúsvegnum og oman á Vaglið 1890.

Nú so nógv verður skrivað og tosað um Degn's hús og um miðbýin í Havn, helt eg
at tað hevði verið stuttligt at víst havnafólkið hvussu hetta nógv
umtalaða økið sá út ta tíðina tá Degn's hús vóru spildurnýggj, sigur Birgar Johannessen, frá Tórshavnar Alfrøði.

Hendan heldur sjáldsama myndin yvir miðbýin í Havn er tikin umleið
1890. Sum tað sæst, er ongin kommunuskúli bygdur. Grundarsteinurin til Kommunuskúlan varð lagdur 13. desember 1893. Meinigheitshúsið, Føroya Sparikassi og øll hini húsini niðan eftir »Nyvej« (Soleiðis varð N. Finsensgøta rópt
áðrenn gøta bleiv navngivin í 1914) eru ikki bygd.

Tað fyrsta húsið sum bleiv bygt niðan eftir Tinghúsvegnum, var húsið hjá
Jacob Lützen, eldra, tey húsini eru bygd í 1877, og útbygd so við
og við. Gróthúsið sum sæst fremst á myndini, stóð har sum
Telefonverkið seinri bygdi síni hús, og lítli hjallurin á myndini
stóð har sum húsið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag stendur í dag.

Leggið til merkis gøtulampurnar omanfyri Tinghúsið, Havnin
hevði fleiri slíkar útilampur, tær blivu tendraðar, tá myrkt var og
sløktar aftur hvørja nátt kl. 2. Ì 1920 fekk Havnin elektrisitet, 300 húski
kundu tá fyri fyrstu ferð tendra og sløkkja, bert við at trýsta á eina
kontakt. 70 nýggj el-gøtuljós komu eisini upp samstundis, og
skipanin um at sløkt varð kl. 2 um náttina var framvegis galdandi.
Ì 1924 viðtók Býráðið, at gøtuljósini skuldu lýsa alla náttina.

Tað var Politistakorpsið úti á Skansanum, sum hevði til uppgávu at
tendra og sløkkja gøtulampurnar. Ì 1903 kom nýggj skipan í gildi í
Havn, Nicodemus Sophus Poulsen, ella Demmus á Jaðri sum
hann bleiv róptur (1869-1952), fekk starvið sum fyrsti »vektarin«
í Havn. Arbeiðið var at ganga náttarvakt í býnum, og eisini var tað
hansara uppgáva at gøtuljósini vórðu tendrað og sløkt til tíðina.
Vektaraembætið bleiv niðurlagt í 1924, tá var Samuel Niclasen
(Sámal í Gong) vektari.

Sum tað sæst á myndini, hava havnamenn longu tá lagt lunnar
undir tann stóra plantuvøksturin, sum í ein stóran part av 20. øld
var eitt sætt prýði fyri Havnina, men sum í 50'unum og so tey
nógvu árini framyvir, so við og við blivu týnd so pláss bleiv
til meira asfalt og betong.

Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, eru vælkomin at ringja til Birgar Johannessen tel. 314746 ella 214647.