Trýstið verður øgiligt

Kvinnulandsliðið hevur í venjingunum lagt serligan dent á verjuspælið

Føroyar spæla landsdyst í kvøld klokkan 18. Talan er um kvinnurnar, sum á Gama Ullevi skulu hitta Svøríki. Mótstøðuliðið er nummar fimm á styrkislistanum, og og Føroyar eru á 67. plássi.

- Fyrireikingarnar hava gingið væl, og umstøðurnar her í Gøteborg eru sera góðar. Allar eru til reiðar at møta Svøríki, men tað er eingin loyna, at hetta verður ein stór avbjóðing. Væntandi koma vit undir stórt trýst frá byrjan, og tað er ikki óhugsandi, at sviar fara at leggja okkum undir trýst allan dystin, sigur Jón Pauli Olsen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Leygardagin vann Svøríki ímóti Bosnia-Hersegovina. Úrslitið var 1-0, og málið varð skorað við brotssparki. Sviar vóru alt annað enn nøgdir við avrikið og úrslitið. Tí er tað mest sum eitt krav, at talan í kvøld verður um trivaligan heimasigur.

 

Malena Josephsen er miðverji og liðformaður á føroyska liðnum, og hon sigur soleiðis:

-Venjararnir hjá okkum hava í venjingunum lagt serligan dent á verjuspælið. Tað kann roknast við, at svenska liðið fer tilvitað at spæla upp á gjøgnumbrot í borðunum og harvið vandamikil innlegg. Tí er ein av setningunum hjá okkum at byrgja uppfyri innleggunum, men tað ræður sum heild um at varðveita skipanina av liðnum og at syrgja fyri, at tað ikki verður ov langt millum keturnar, sigur Malena Josephsen.