Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi av tí heldur sjáldsama slagnum. Tað var úti við Bónus á Marknagilsvegin, at óhappið hendi um trý tíðina í gjár. Har eru ferðsluforðingar, sum eru stabbar, ið kunnu fellast niður í vegin, tá ið tað kann koyrast, men sum so kunnu koyrast upp, tá ið eingin koyring skal vera. Í gjár var tað ein, sum skuldi hava fatur á eini lyftu, men trýsti á skeivan knøtt av óvart, so at stabbarnir vórðu koyrdir upp. Men tað var so óheppið, at akkurát tá var ein bilur á veg tvørtur um, so stabbarnir vóru upp ígjøgnum bilin. Løgreglan sigur, at bilurin fór í knús.
Men tað var ikki tann einasti ferðslutrupulleikin har um vegir, tí løgreglan fekk eisini boð um, at tað var ferðsluruðuleiki við Skúlan á Fløtum, sum er beint við. Har er einvegis koyring eftir einum strekki, men løgreglan sigur, at fýra bilførarar fingu bót – og klipp í koyrikortið – fyri at koyra øvugtan veg. Bótin er 1.500 krónur.
Og tíðlia í morgin varð eisini boðað frá einum ferðsluóhappi á Sandavígshálsi. Har var ein bilførari óansin og rendi á eina ferðsluforðing, sum var sett upp í sambandi við vegarbeiðið. Bilurin fór heilt illa, men fólkaskaði var eingin.
Í Vestmanna hava tey klagað um óskil av prutlum, sum halda gang dag og nátt. Summi hava ongar nummarplátur og summi hava einki útstoyt, so tær larma serliga illa. Løgreglan var í Vestmanna í gjár og har tóku tey eitt stórt prutl, sum kann koyra 45 kilometrar um tíman. Men førarin hevði ikki koyrikort til prutl, hvørki til stórt prutl ella til lítið prutl, so tað fær hann bót fyri. Fyrstu ferð, ein verður tikin fyri at koyra prutl við ongum koyrikorti, er bótin 2.000 krónur, aðru ferð er hon 4.000 krónur.