Sløkkiliðið fór fyri løtu síðani ýlandi gjøgnum býin og niðan í Hoyvík. Hóast tað kanska sá ógvusligt út, so vísti tað seg bert at vera falskur alarmur.
Tí í Skúlanum við Løgmannabreyt var so mikið nógvur dampur komin frá brúsunum, at tað fór í brandalarmin, og hann sendi síðani boð niðan á Sløkkiliðsstøðina í Havn.
Fleiri bygningar kring landið hava automatiskan brandalarm, sum er beinleiðis knýttur at brandstøðini. Tað merkir, at ferð alarmurin frá, so eru sløkkiliðsfólk ávegis á staðið fáar minuttir seinni.
Tað vóru tey so eisini í hesum førinum, men komin á Skúlan við Løgmannabreyt sást, at eingin vandi var á ferð.