Trygvi toppskorari í Hvalba

Tað hendi stór útskifting í bygdaráðnum í Hvalba á valinum í dag.

Av teimum sjey bygdaráðslimunum, eru heilr fýra nývaldir.

Toppskorari á valinum í Hvalba, er Trygvi Guðmundarson, sum ikki hevur sitið í bygdaráðnum áður.

Hann fekk 58 atkvøður og tað var meiri enn, hvat nakað annað valevni fekk.

Annars eru eisini Jóhan Eli Poulsen, Eyðfinn Debes og Magni Bertholdsen nývaldur, tó at Magni hevur sitið í býráðnum áður.

Afturvaldir eru Martin í Nesi, Rúni Thomsen og Niels Jacob Thomsen.

Annars vórðu Trygvi Midjord, Niels Olaf Eyvindson og Herdis Jensen ikki afturvald. Hon var einasta kvinna í bygdaráðnum, so nú er tað bara mannað við mannfólki.

Borgarstjórin, Otto West, stillaði ikki upp aftur.

Myndin er av einum fegnum toppskorara, her er tað ein veljari í Sandvík sum ynskir honum til lukku við valinum ímeðan Rúni Thomsen, afturvaldur bygdaráðslimum, situr og hyggur at.