Trygvi Strøm í Stóra Pakkhúsi

Leygarkvøldið spælir Trygvi Strøm í Stóra Pakkhúsi í Vági Trygvi Strøm er kent andlit í tónleikalívinum í Suðuroynni og hevur eisini drúgvar royndir í fleiri ymiskum bólkum. Hann hevur nomið sær útbúgving innan tónleik, og er júst settur í starv sum hjálparfólk í nýggja ungdómshúsinum á Tvøroyri, har tónleikurin eisini er við í spælinum.

Fyrr í ár fór Trygvi Strøm so á pallin einsamallur, hetta var í Pub´ini hjá Thomsen á Tvøroyri, og kvøldið eydnaðist somikið væl, at Trygvi síðan hetta er umbiðin at spæla fleiri mánaðir fram.

Leygarkvøldið spælir Trygvi Strøm í Stóra Pakkhúsi í Vági. Húsið letur upp kl. 22.00.