Argjamenn fyrireika seg at fara til Runavíkar seinnapartin. Setningurin er at royna at vinna fyrsta sigurin í ár. Á odda fyri AB er Trygvi Mortensen. Tað man vera sjáldan, at venjarin hjá mótstøðuliðnum hevur so tætt samband við mótstøðuliðið, sum AB venjarin hevur við NSÍ.
Trygvi er uppvaksin minni enn hundrað metrar frá vøllinum við Løkin, pápin hevur verið formaður í NSÍ, sum Trygvi hevur spælt við og verið venjari hjá. Nú býr Trygvi minni enn ein kilometur frá vøllinum á Mýrunum, og allir fýra synirnir spæla í felagnum. Jann Martin er skaddur og verður ikki við í dag. Mórits Heini verður á dómaralistanum í dag.
-Bondini eru øgiliga sterk, og eg fylgi við, hvussu tað gongur hjá synunum og NSÍ, men nú eri eg venjari hjá AB, og saman við spælarunum fari eg at stríðast fyri fyrsta sigrinum. Tað gongur rætta vegin, og eftir fýra javnleikir á rað, hevði tað verið kærkomið at vunnið fulla úrtøku, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen.
Mikudagin tapti NSÍ 2-1 í Trongisvági. Veteranurin Pól Jóhannus Justinussen var sjúkur, og Jann Martin Mortensen og Nikolaj Køhlert vóru skaddir. Einar Tróndargjógv var burturstaddur, og tískil var tað mest sum eitt talentlið, sum var í Trongisvági.
NSÍ venjarin Anders Gerber sigur seg rokna við, at hansara menn í dag fara at avrika væl betri, enn teir gjørdu hósdagin:
-Eg havi einki at siga til avrikið hjá teimum yngstu. Heldur vóru tað royndu menninir, sum ikki vístu tað, sum teir eiga at megna, og sum teir annars hava víst. Tað rokni eg við, at teir fara at gera ídag, sigur Anders Gerber.
Einar Tróndargjógv er framvegis burturstaddur. Símun Rógvi Hansen var leikbannaður hósdagin, og tað er hann eisini í dag. Tí fer Karsten Hansen aftur í dag at verja NSÍ málið.