Fríggjakvøldið verður livandi tónleikur á Pubbini hjá Thomsen á Tvøroyri. Tað verður Trygvi Strøm, ið fer at spæla. Trygvi er garvaður guitarleikari og hevur eisini nomið sær útbúgving innan tónleik. Við sær á bassi og kór fríggjakvøldið hevur hann Dagfinn Olsen, og á skránni er kendir sangir frá fólka- og rocktónleikinum.