Trygvi og Flossi fingið íslendska viðurkenning

Lýsingarherferðin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar kring veðurtíðindini í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hevur vunnið viðurkenning frá íslendskum grafikarum.

23. mars 2011 vóru árligu FÍT virðislønirnar latnar í Reykjavík. FÍT virðislønirnar verða latnar fyri besta grafiska avrikið í farna árinum. Tað er áhugafelagið hjá íslendskum grafikarum, Félag íslenskra teiknara (FÍT), ið skipar fyri tiltakinum.

Í ár fekk animatiónsfyritøkan Miðstræti, ið framleiðir teknifilmarnar við Trygva & Flossa fyri Tryggingarfelagið Føroyar, eina viðurkenning fyri besta »Motion Graphics«.

Í fjør vóru Trygvi & Flossi eisini tilnevndir til eina altjóða virðisløn innan 3D snið í Amsterdam.