Fyri einum lítlum mánað síðani hevði eingin roknað við, at AB ikki fór at flyta niður. Trygvi Mortensen og hansara menn hava síðani vunnið á HB og KÍ, og nú eru argjamenn á veg til Runavíkar, har tey fegnast um greipuna, sum U-18 dreingirnir hava tryggjað NSÍ.
Um tað ikki eydnast AB at vinna fulla úrtøku, so verður spurningurin um niðurflyting avgjørdur:
-Vit savna okkum um at halda tørn um bronsuplássið og harvið at vit vinna okkara dystir, og tað gera vit eisini hesaferð, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen. Eftir góða gongd og stóra úrtøku hevur NSÍ tvær tær seinastu ferðirnar tapt toppdystir 2-0 – ímóti Víkingi og B36 – og harvið er møguleikin fyri silvuri og gulli burtur.
Jens Joensen og Pól Jóhannus Justinussen eru leikbannaðir ídag.
AB venjarin Trygvi Mortensen hevur í fleiri vikur havt knívin á barkanum. Nú er tað ímóti barndómsfelagnum:
-Tað varð ikki roknað við, at vit skuldu megna fulla úrtøku ímóti HB og KÍ. Kortini eydnaðist tað. Avbjóðingin verður sera stór við Løkin, men vit fara undir uppgávuna seinnapartin við eyðmýkt og góðum treysti, sigur AB venjarin.
Gunnar Haraldsen og Karsten Højgaard eru framvegis skaddir.
Fyrr í ár hevur NSÍ vunnið tvær ferðir 2-1 ímóti AB.