TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen aftaná 5-1 stórsigurin hjá NSÍ yvir ÍF við Løkin í Runavík í kvøld.
Trygvi hevði nógv góð orð at bera sínum monnum. Hann staðfestir, at hart arbeiðið gevur úrslit, og teir hava tað veruliga stuttligt í hópinum hjá NSÍ. Nú gleða teir seg, og gera klárt til oddabrakið ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn komandi sunnudag.