Aftaná 3-0 sigurin hjá NSÍ ímóti AB við Løkin fekk Tróndur Arge orðið á høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen, og hann tosaði eisini við liðskiparan hjá AB, Jónas Stenberg.
Trygvi Mortensen var sera fegin um enn eitt dygdargott NSÍ-avrik, har málrevurin, Klæmint A. Olsen enn einaferð gjørdi vart við seg. Hesaferð við tveimum málum. Trygvi Mortensen gav yngru leikarum møguleikan ímóti dystarenda, tí sum hann legði dent á, so skal ein ongantíð verða bangin at geva yngri monnum møguleikan.
Jónas Stenberg var sera vónsvikin um leikliga avrikið og manglandi arbeiðsinnsatsin hjá AB við Løkin í dag, og hann hevði ongar umberingar fyri lið sítt í dag.
Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Trygva Mortensen og Jónas Stenberg við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.