Beint aftaná dystin millum NSÍ og KÍ fekk Tróndur Arge orðið á Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá NSÍ, sum var ein lættur maður, tá hansara menn í evstu løtu av dystinum fingu bjargað sær eitt stig við einum 1-1 javnleiki.
Trygvi fegnast eisini um, at nógvir av teimum blaðungu spælarunum hjá NSÍ traðkaðu í karakter í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI: Hoyr fremst ótrúliga 1-1 málið hjá NSÍ, og síðani tað, sum Trygvi Mortensen segði við Trónd Arge aftaná dystin. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Ólavur Larsen var viðmerkjari.
Í morgin sigur Tróndur Arge frá dystinum á Argjum millum AB og HB. Sendingin byrjar klokkan 14.30.