Trygt hjá Tjaldri

Tjaldur sýndi onga náði, tá tær høvdu vitjan av VÍF

Hondbóltur

Eins og Stjørnan ger tað, so hevur Tjaldur ongar sum helst trupulleikar av liðunum, sum liggja frá triðja til sætta pláss í Susnet-deildini.
Í gjár vitjaði VÍF í Runavík, og her var ongan tíð nakar ivi um, hvønn veg stigini skuldu fara.
Gestirnir, sum fyrireika seg til steypafinaluna móti Stjørnuni, sluppu at fylgja við fyrsta korterið av dystinum, men eftir hetta leyp Tjaldur avstað. Sum ikki eina ferð vóru tað tær báðar, Adina Petrea og Cornelia Rimbu, sum løgdu mest fyri í málskjótingini. Men eisini er Alina Olaru Anghel spakuliga við at koma í røttu venjingarstøðuna, og tað er eingin ivi um, at hon kann gerast ein týðandi brikkur, tá FM-finalurnar verða spældar.
Hjá VÍF hevur gingist væl seinnu umførini, og hóast Stjørnan og Tjaldur hava verið nakað stórir bitar, so er eingin ivi um, at spæligleðin á liðnum í løtuni er í toppi.
Komandi tveir dystirnar skulu tær gulu royna seg móti Neistanum og StÍF, og eingin ivi er um, at hetta eru tveir dystir, sum liðið ætlar at brúka til at lyfta seg heilt úr niðurflytingarvandanum, áðrenn spenningurin verður ov stórur undan seinastu umførunum.

Fakta um dystin
Tjaldur-VÍF 32-23 (20-14)
10 min: 6-5
20 min: 13-9
40 min: 23-17
50 min: 28-21
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 9, Cornelia Rimbu 9(3), Alina Olaru Anghel 4, Jóhanna í Króki 3, Annika Thomsen 2, Mary-Ann Zachariassen 2, Benedikta Johannesen 1, Heidi Sevdal 1, Heidi á Lakjuni 1
VÍF: Liljan Djurhuus 8(1), Tóra Seloy 5, Finngerð Jensen 3, Agnas Olsen 2, Heidi Joensen 2(1), Jóhanna Gunnlaugsdóttir 1, Elisa Leo 1, Halla Midjord 1
Brotskøst: Tjaldur 4, VÍF 3
Útvísingar: Tjaldur 2, VÍF 2
Dómarar: Tummas Juul Thomsen & Magnus í Króki