– Trygt at lata síni børn í vøggustovu

Um vøggustovan Stella Maris í Havn skal liva upp til bygningskrøv og brunatrygd skulu 10 til 16 milliónir krónur nýtast upp á bygningin. Stovnurin verður tí stongdur – tó ikki fyrr enn um tvey ár. – Tað er tó trygt at lata síni børn í vøggustovuna, sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini í kommununi

Starvsfólk og foreldur hava fingið boð um, at tey børnini, um byrja á vøggustovu í Stella Maris í august, eru tey seinastu, ið verða tikin inn.

Kommunan sigur samstundis, at fleiri nýggj vøggustovupláss verða skipað á øðrum stovnum.
Í miðbýnum verður verandi skúli í Kongagøtu gjørdur um til dagstovn og lagdur aftrat Miðstovninum.

Býlingshúsið vesturi á Flat letur eisini nýggja vøggustovu upp eftir summarfrítíðina.

Grundgevingin fyri, at Stella Maris steingir, er sambært kommununi, at ”bygningurin krevur stóra høvuðsumvæling og er ikki longur tíðarhóskandi til dagstovnavirksemi. Bygningskrøv gera, at tað samstundis verður neyðugt at lækka talið á plássum”.

Lýkur ikki brunakrøv

Forkvinnan í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, Gunvør Balle, vísir á, at tað er ein samlað meting, sum ger, at vøggustovan steingir.

– Stella Maris er ein lítil rakstrareind, og vit royna at hava størri eindir. Metingar siga, at fyri at liva upp til bygningskrøv og brunakrøv í dag, skulu umbyggingar gerast fyri einar 10 til 16 milliónir krónur. Út frá eini samlaðari meting, hava vit valt at steingja stovnin, sigur Gunvør Balle.

##med2##

Men tá ið bygningurin ikki lýkur brunakrøv, er so trygt at hava hann opið tvey ár afturat?

– Ja, tað er trygt. Nakað av umvælingum eru gjørdar, og barnatalið er lækkað, so tað er trygt. Tey nýggjastu brunakrøvini í BK17, vóru sera hørð. Stella Maris er ikki tann einasti stovnurin, sum ikki lýkur hesi krøvini. Tað eru fleiri bygningar kring landið, ið ikki lúka krøvini. Men tað tekur tíð at gera broytingar. Við teimum broytingum, vit hava gjørt, so er tað trygt, sigur Gunvør Balle.


Úr 43 niður í 35 børn

Stella Maris var ikki bygt sum vøggustova. Sambært leiðaranum á stovninum, Charlottu á Váli Olsen, er húsið gamalt og ikki gjørt í stand í fleiri ár.

– Tað eru fleiri trygdarkrøv og annað, ið verða sett í dag, og tað kostar nógv at gera alt hetta. Fyrr brúktu vit eisini loftið, men seinasta árið hava vit ikki nýtt loftið, sigur Charlotta á Váli Olsen.

Hon vísir á, at av tí sama er talið av børnum á stovninum minkað úr 43 niður í 35.

Lesið meira um vøggustovuna Stellu Maris í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Blaðið kann eisini lesast her.