Trygt at ferðast til Grikkaland og Turkaland

Hóast jarðskjálvtan í nátt, so er tað trygt at ferðast til Grikkaland og Turkaland.

Hóast tvey fólk eru deyð og yvir hundrað eru løstað eftir ein jarðskjálvta rakti grikska oyggjahavið og Turkaland í nátt, so frámælir danska Uttanríkisráðið ikki ferðandi at ferðast til økið.


- Vit mæla ikki frá at ferðast til Turkalands ella Grikkalands vegna støðuna. Sambært okkara upplýsingum er støðan um at gerast vanlig, og tí broyta vit ikki okkara meting, sigur Martin Ellehøj, virkandi stjóri í borgaratænastuni hjá danska Uttanríkisráðnum við DR.


Ein føroyingur hevur fingið skaða í jarðskjálvtanum, og er í løtuni innlagdur á einum av lokalu sjúkrahúsunum.
Harumframt eru fleiri føroyingar á oynni, men sum Miðlahúsið skilur, so royna tey flestu at sleppa av oynni eftir náttúruvanlukkuna, ið rakti Grikkaland og Turkaland í nátt.