Tryggur TB-sigur

KÍF megnaði ongan tíð at hótta TB, tá liðioni hittust í Hoyvíkarhøllini sunnudagin

Kvinnuflogbóltur

Eftir at hondbóltskvinnurnar úr Vági leygardagin høvdu verið í Havn, har tær ognaðu sær steypavinnaraheitið fyri hetta kappingarárið. Komandi sunnudag fara flogbóltskvinnurnar av Tvøroyri at royna at gera teimum kynstrið eftir, men áðrenn tær kundu hugsa somikið langt, skuldu tær ein upphitingartúr til Havnar.
Hesa ferð gekk leiðin til Hoyvíkarhøllina, har KÍF hevur heimavøll. KÍF hevur í ár fyri fyrstu ferð roynt seg í bestu deildini, men tað er ígjøgnum árið vorðið alsamt greiðari, at tað í fyrsta umfari helst bert verður talan um hetta eina árið.
Móti føroyameistarunum úr TB formáddu kollfirðingar sær heldur ikki nakað serligt. TB var greitt við yvirlutan frá byrjan til enda, og vístu snøgt sagt tann klassamun, sum eigur at vera millum topp og botn.
Heilt í topp eru tær av Tvøroyri tó ikki, og skulu tær koma somikið langt, er eisini neyðugt, at tær fáa hjálp aðra staðni frá, umframt at tær sjálvar skulu vinna allar sínar dystir.
Hesa seinnu treytina hava tey so framvegis møguleikan at lúka, og ivaleyst vildi tað eisini givið sjálvsálitinum eitt skump rætta vegin, um ÍF verður koppað um vikuskiftið, men tann spurningurin fer so at standa ósvaraður í nakrar dagar afturat.