Tryggur sigur til Viljorm og Vejle

Jóan Símun Edmundsson sat uttanfyri við skaða

Vejle vann fyri løtu síðani 3-1 á HB Køge í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini. Viljormur Davidsen var við frá byrjan, meðan Jóan Símun Edmundsson sat uttanfyri við skaða.

 

Vejle fekk eina sjokkbyrjan, tá Kristian Andersen skoraði fyri HB Køge, aftaná Jacob Dehn í verjuni hjá Vejle hevði framt eitt mistak. Vejlensarnir vóru tó skjótir uppá hestin aftur, og tveir minuttir seinni hevði Martin Svensson javnað við einum skoti, sum bleiv avrættað.

 

Stutt undan steðginum kom Vejle á odda við máli, sum tá Simon Nagel meddaði bóltin í málið. Martin Svensson skeyt sigursmálið til 3-1 í 57. minutti, tá hann skoraði beinleiðis uppá hornaspark. Fleiri mál komu ikki, og Vejle vann sostatt 3-1.

 

Vejle er nummar fýra í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini við 24 stigum, bert eitt stig aftanfyri Horsens, sum hevur 25 stig á triðja plássi, sum gevur uppflyting upp í bestu donsku fótbóltsdeildina.

 

Komandi sunnudag spælir Vejle ímóti Helsingør á útivølli.