Tryggur sigur til VÍF

Neistin fann ongan tíð nakað veruligt mótspæl til VÍF, sum vann tryggan heimasigur

Tað eydnaðist ikki hjá verjandi meistarunum úr Neistanum at fáa veruligt samband við oddin, tá tær vitjaðu í Vestmanna í dag.

 

Neistin fekk fyrsta málið í dystinum, men so tók VÍF fullkomuliga yvir, og Neistin megnaði ongan tíð heilt at fóta sær. Gjøgnum allan dystin hildu tær gulu á heimaliðnum fast um sína leiðsu, og tað kostaði eisini nógva orku hjá Neistanum, tá tær royndu at seta ferð á spælið, so munurin kundi vinnast aftur.

 

Besti málskjútti hjá VÍF var Agnas Olsen, sum skeyt 7 mál. Jacklin Durhuus skeyt 8 mál fyri Neistan.

 

Við sigrinum er VÍF nú einsamalt á odda við 12 stigum fyri átta dystir. Neistin hevur átta stig fyri sínar sjey dystir.

 

VÍF-Neistin 3124 (18-15)