Tryggur sigur til Søljuna

Sunnudagin tryggjaði Søljan sær tvey stig, tá ið tær vunnu greiðan sigur á StÍF, sum var og vitjaði vesturi í Vágum

Sunset-kappingin

Tað hevur gingið eitt sindur striltið hjá Søljuni seinastu umførini, eftir at liðið annars hevði tikið nógv á bóli í byrjanini av kappingarárinum, men sunnudagin eydnaðist tað liðnum úr Sandavági aftur at vinna sær tvinni stig.

Lyklaleikarar
Skal tað ganga væl hjá Søljuni, er neyðugt, at tær tríggjar í bakketuni, Heidi Maria Akselsen, Nicoleta Radu Hansen og Lina Andriulyte spæla væl. Tað er av ógvuliga stórum týdningi fyri Søljuna, at tær eru væl fyri, tí annars er lítið at gera. Eitt gott dømi um stóra týdningin hjá teimum trimum er, at sunnudagin skutu tær 23 av teimum 26 málunum hjá Søljuni, og tí høvdu tær avgerandi týdning fyri sigurin hjá heimaliðnum.
Hinvegin kann ikki sigast annað enn, at um tær tríggjar eru heilt væl fyri, so er liðið hjá sandavágskvinnum sera truplar at steðga. Komandi leygardag skal Søljan av álvara royna seg, tí tá skulu tær til Suðuroyar og Vágs at royna seg móti VB. Skulu tær fáa nakað burtur úr túrinum um Suðuroyarfjørð, so er neyðugt at allar spæla upp til sítt allarbesta.
StÍF sær hinvegin út til á stigatalvuni at liggja har, sum tær hoyra heima - niðan fyri miðjuna, men nakað framman fyri aftastu liðini. Sunnudagin hava tær góðan møguleika at tryggja sær tvey stig, tí tá kemur Kyndil á vitjan inni á Skála, og tað er ein dystur, sum strandakvinnur hava góðan møguleika at vinna.

Søljan-StÍF 26-16(14-9)
Søljan: Heidi Maria Akselsen 8(3), Nicoleta Radu Hansen 8, Lina Andriulyte 7(1), Hertha Jónsdóttir Simonsen 2, Fía Selma Nielsen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 6, Súnfríð Jacobsen 4(2), Paula Høgnesen 3, Malan Petersen 1, Jóhanna í Króki 1, Rósa Johansen 1
Brotskøst: Søljan 8(4), StÍF 2(2)
Útvísingar: Søljan 3, StÍF 2
Dómarar: Kristjan Johansen og Sámal Hansen