Tryggur sigur á Suðursudan

Jóan Hendrik Andreasen tapti, og hinir tríggir vunnu í Baku í gjár

Tað vignaðist væl, tá ið føroyska talvlandsliðið í gjár telvaði fyrsta umfarið í 42. Talvolympiaduni, sum tað í gjár varð farið undir. Tað verður telvað í Baku í Aserbadjan, og tað verður hildið fram til sunnudagin fjúrtanda september.

 

Í gjár var mótstøðuliðið Suðursudan. Føroyar vóru styrkismettar væl hægri enn mótstøðuliðið, og tað eydnaðist at vinna 3-1. Helgi Dam Ziska á fyrsta borði, John Rødgaard á øðrum borði og Sjúrður Thorsteinsson á fjórða borði vunnu, meðan Jóan Hendrik Andreasen á triðja borði tapti.

 

Føroysku telvararnir vóru allir styrkismettir væl hægri enn mótstøðumenninir, og tað eydnaðist ta vinna góðan sigur.

 

Annað umfar verður í dag, leygardagin triðja september. Tá skulu Føroyar telva ímóti Bulgaria, og tá kann tað roknast við, at mótstøðan verður stinnari, enn hon var ígjár.

 

Føroyar eru styrkismettar sum nummar 84, og Suðursudan er styrkismett at vera nummar 176. Mótstøðuliðið í morgin, Bulgaria, er styrkismett at vera nummar 22. Í gjár var úrslitið hjá Bulgaria 2-2 ímóti Sudan, ið er styrkismett at vera nummar 110.