Tjaldur legði seg frá byrjan á odda í uppgerðini, og hóast StÍF svaraði aftur undan steðginum, so megnaðu tær ikki veruliga at halda fast.
Eftir steðgin skræddu gestirnir seg leysar alt fyri eitt, og hóast tær skiftu nógv út seinastu løtuna, kom spenningur ongan tíð aftur í dystin.
Fyri StÍF skeyt Rebekka Justinussen 5 mál. Annika Thomsen, Heidi Sevdal, Adina Petrea og Cornelia Rimbu skutu allar 6 mál fyri Tjaldur.
StÍF-Tjaldur 21-29 (13-14)