Tryggur sigur hjá Stjørnuni

Fyrstu løtuna var tað nevnliga VÍF, sum setti dagsskránna, meðan tær á heimaliðnum als ikki tóktust greiðar um, at hóast tú ert favorittur, mást tú eisini stríðast fyri sigrinum.

Tað stóð 2-5 á talvuni, tá time-out varð tikið hjá heimaliðnum, men so koppaði skjótt hinvegin. Og hóast tær hjá Stjørnuni ikki vóru so øgiliga sannførandi, so kom sigurin ongan tíð í vanda.

 

Stjørnan-VÍF 33-19 (16-9)