Russland hevur í dag vunnið 2-0 á heimavølli ímóti Aserbadjan í HM undankappingarbólki 4. Roman Paclyuchenko setti hol á, tá ið stórur hálvur tími var farin, og tá ið tað restaðu ellivu minuttir staðfesti Konstantin Zyrianov sigurin.
Úrslitið ber við sær, at Russland nú hevur 9 stig fyri 4 dystir.
Wales, sum var við í kappingini um næstfremsta plássið, hevur í dag tapt 2-0 á heimavølli ímóti Finlandi.Tveir minuttir undan steðginum legði Jonatan Johansson Finland framum, og í síðstu løtu staðfesti Shefki Kuqi finska sigurin.
Finland hevur 7 stig fyri 4 dystir, og Wales hevur 6 stig fyri 5 dystir.
Oddaliðið Týskland, sum hevur 10 stig fyri 4 dystir, fer seinni í dag at spæla á heimavølli ímóti Liktinstein.









