Tryggur Kyndils-sigur

Menninir hjá Kyndli lótu ongan iva vera um úrslitið á Skála í kvøld

Ein dystur varð spældr í fremstu mansdeildini í hondbólti í kvøld.

 

Kyndil vitjaði á Skála, og har fóru gestirnir avstað við stigunum. Kyndil vann dystin 35-27.

 

Fyrstu løtuna gekk nakað javnt á, men um miðjan fyrra hálvleik skræddi Kyndil seg avstað, og so litu teir ongan tíð aftur um bak. Eftir steðgin bara øktu teir um munin, og hóast skrædlið hjá StÍF ikki gjørdist fullkomið, so var ongan tíð nakar ivi um, at stigini fóru til Havnar.

 

Høgni Klein Olsen skeyt 6 av málunum hjá Kyndli, meðan Kjartan Johansen varð besti málskjútti hjá vertunum. Hann skeyt 7 mál.

 

Sigurin ber við sær, at Kyndil nú hevur 15 stig fyri sínar 12 dystir, og styrktu teir grønu soleiðis um støðuna sum nummar tvey á stigatalvuni. H71 er nummar trý við 11 stigum fyri 10 dystir.