Síðsta vónin hjá botnliðnum í næstbestu deildini, B36, at bjarga sær undan niðurflytingini, tóktist at bresta í dag. B36, sum undan 22. umfari bara hevði 8 stig, vitjaði í Sørvági. SÍ var undan dagsins dysti á triði aftasta plássi við 18 stigum.
Í dag vunnu sørvingar 4-0. Eftir 1. hálvleik var støðan 1-0.
Tískil hevur SÍ nú 21 stig. Fimtan stig eru eftir at spæla um, og møguleikin hjá B36 at bjarga sær er næstan eingin.
Jóhan Petur á Stongum stútaði til 1-0 í 17. minutti, Georg Haraldsen skoraði við langskoti til 2-0 seks minuttir eftir steðgin, Jens Erik Rasmussen økti til 3-0 við brotssparki í 68. minutti, og Kim Poulsen skoraði til 4-0 í 69. minutti.
Tummas Hans Rubeksen hjá B36 sá reytt í 63. minutti, tá ið hann fyri aðru ferð hevði fingið gula kortið.
Tríggir dystir í 1. deild verða spældir í løtuni. Fyrsta bríkslið í Klaksvík, har FSV04 vitjar og í Runavík, har HB vitjar, var klokkan 16.00. Í Fuglafirði, har LÍF vitjar, byrjaði dysturin klokkan 16.30.