Robert Vilhelmsen, valevni á lista C
Vilt tú:
?At frælsa ítróttin verður raðfest og fær virðiligar umstøður at virka undir
?At børnini skulu ferðast trygt til og frá skúla
?At børnini skula hava eina virðiliga frítíðarskúlaskipan
?At skúlin og ansingarpláss stuðla undir og ganga undan, tá ið tað ræður um heilsugóðan kost og rørslu
?At foreldur fáa rímuligar fíggjarligar fyritreytir at ansa børnunum úti ella heima
?At vit fáa betri umstøður til frítíðar virksemi - m.a. tónleik, ítrótt og grøn øki
?At kommunan stuðlar undir og gongur undan, tá ið tað ræður um ein sunnan og góðan lívsstíl
?At kommunan raðfestir allar borgarar - nýføðingar, børn, tannáringar, vaksin, foreldur og gomul ? eins og bjóðar teimum virðiligar umstøður og loysnir
?At vinnan verður stimbrað og fær nøktandi karmar at virka undir
Ynskir tú "Tryggleika og lívsvirði" í fremstu røð - til allar borgarar - so vil eg arbeiða fyri hesum!
Við ynski um eitt gott val.