Tryggleikan skapa vit sjálvi

Nógv tekin eru um, at vit standa á gáttini til eina heimumfatandi búskaparkreppu. Kríggj er í Europa, inflatiónin er tann hægsta í 40 ár, og rentan drønar uppeftir. Tað er tí okkara skylda at føra ein skynsaman politikk, so avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið verða minst møguligar.

 

 

 

Tað nyttar ikki at politikarar sleppa at spæla hazard við landshúsarhaldinum og samfelagnum annars, har landskassin ferð eftir ferð verður tømdur og rokningin skumpað víðari til eftir eitt val ella til komandi ættarlið. Her má vend koma í!

 

 

 

Tað eru tær skitnu hendurnar og tað eru tær heitu hendurnar sum eru grundsúlurnar undir samfelagnum. Hetta skal síggjast aftur í tí førda politikkinum her á landi.

 

 

 

Okkurt er galið tá nakrar fyritøkur kunnu hava trýcifrað milliónayvirskot, meðan bæði pensionistar og arbeiðandi fólk illa fáa endarnar at røkka saman.

 

 

 

Vit mugu skipa eitt sterkari príseftirlit, so til dømis orkuprísir og matvøruprísir ikki verða trýstir nógv longur upp enn reallønarvøksturin kann rættvísisgera. At tosa um kapping um oljuprísir í Føroyum er tað sama sum at verja legaliserað rán.Eitt prísloft á oljuprísir, sum fylgir altjóða marknaðinum, eigur tí at verða sett í verk.

 

 

 

Í hesum óvissu tíðum er brúk fyri politikarum, sum ikki bara hugsa um løtuvinning, men um vælferðina hjá øllum føroyingum. Eg bjóðið meg fram til at verða ein teirra.

 

 

 

Ronnie Thomassen

 

Valevni á lista E