Vatnveiting
Vatn hevur í mong ár verið ein stórur trupulleiki í Vági, tí tað skuldi ikki rættiliga turkur ella frost til, so sótu fólk við ongum vatni .
So hvørt sum tann ógvuliga vatnkrevjandi fiskivinnan varð bygt út í Vági, gjørdust hetta alsamt ein veksandi trupulleiki.
Tí hevur Vágs Kommuna seinastu árini lagt stóra orku í at tryggja bygdini nóg mikið av reimum vatni.
Eitt rættiligt frambrot á hesum øki hendi fyri einum tveimum árum síðani, tá ið Vágs Kommuna fekk í lag avtalu við SEV um at taka vatn úr stóru vøtnunum omanfyri Vág, Ryskivatni, Miðvatni og Vatninum í Tindalíð, ella Ovasta Vatni, sum tað eisini verður nevnt á mannamunni.
Hendan avtalan ber í sær, at tá ið hinar vatngoymslurnar í Vági eru turrlagdar, ber til at taka vatn úr vøtnunum fyri at tryggja bygdini nóg mikið av reimum vatni.
Síðani er eitt umfatandi arbeiðið gjørt fyri at fáa skipanina at rigga og nú er komið á mál við vatnrørum, brunnum, pumpum og ventilum og aðrari útgerð.
Samstundis, sum hetta er gjørt, hevur SEV eisini lagt veiting fyri at savna vatn av vátlendinum á fløtuni omanfyri Vág og tað verður nú eisini veitt vestur í Ryskivatn
Og mikudagin varð skipanin tikin í nýtslu.
Og hetta er ein ógvuliga framkomin skipan, tí hon kann fjarstýrast so at tað ber til at tendra og sløkkja pumpur, og skrúva ventilar frá og fyri á eini teldu kommunuskrivstovuni í Vági.
Tað er Svenn Brimheim á verkfrøðingafelagnum Martin E. Leo í Havn, sum hevur staðið fyri projektinum, men allar tær elektrisku stýringarnar, telduforrit og annað í tí sambandinum, hevur Heri Mortensen í Vági gjørt. Sjálvum arbeiðnum hevur Hermann Christiansen staðið fyri.
Nóg mikið av reimum vatni
Jógvan Krosslá, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein stór verkætlan, sum hevur kostað kommununi einar tríggjarm illiónir og tá eru reinsiverkini ikki tald við.
Tilsamans hevur kommunan lagt tríggjar kilometrar av rørum niðan í Ryskivatn, sum Miðvatn og Ovasta Vatn renna oman í frammanundan, umframt brunnar, pumpur og ventilar.
? Eftir avtaluni við SEV, kunnu vit taka 190 tons um tíman úr vøtnunum, umframt tað, sum tað ber til at fáa av vatngoymslunum, sum vóru frammanundan.
Í løtuni kunnu vit taka 110 tons um tíman frá SEV, men verður tað neyðugt, kann ein pumpa setast upp afturat, so at tað fáast 140 tons frá SEV. Og stendur ordiliga á, ber til at byggja enn meiri út, so at tað fáa 190 tons um tíman frá SEV.
?Avtalan við SEV er gjørd fyri at tryggja kommununi eina eykagoymslu, sum vit hava at taka til, tá ið turkur ella frost er, sum ger, at tað ikki ber til at fáa vátn úr hinum goymslunum.
? Samstundis hevur kommunan eisini lagt nýggja vatnveiting í allari bygdini, so nú eru vit heilt væl fyri við nóg mikið av reinum vatni og nýggjum rørum, rættiliga nógv ár fram í tíðina, sama, hvussu nógvur vatnkrevjandi ídnaður tekur seg upp.
Mett verður, at Vágbingar brúka eini 1.900 tons av vatni um samdøgurið, men bara avtalan við SEV tryggjar bygdini 2.640 tons um samdøgurið, sum er, og verður tað neyðugt, kann hon byggjast út til at geva 3.360 tons um samdøgurið við eini pumpu afturat, men við fleiri útbyggingum, kann avtalan við SEV geva 4.560 tons um samdøgurið, umfamt tær goymslur, sum annars eru í bygdini.
Sum er klára reinsiverkini at reinsa 3.360 tons um samdøgurið.
Í Vági hava fleiri privat vatnfeløg verið, men tey flestu eru nú bundin í kommunalu vatnveitingina, men eini tvey eru eftir, sum ikki hava bundið í og sum tískil heldur ikki fáa reinsað vatn.