Jóhann Lützen, býráðslimur og formaður í Sosialu Nevnd, hevur sett fram uppskot um, at at allar deildir og stovnar hjá kommununi fáa álagt at seta sær fyri í tann mun, tað letur seg gera at taka fólk í arbeiði, sum hava rørslu- og/ella førleikatarn.
Jóhann Lützen hevur boðað frá, at orsøkir hansara til at reisa hetta mál er eitt ynski um, at allar deildir og stovnar hjá kommununi fáa álagt at seta sær fyri í tann mun, tað letur seg gera at útvega arbeiði til fólk við rørslu- og/ella førleikatarni. Hetta so at allir samfelagsbólkar fáa javnbjóðis møguleikar til eitt virkið arbeiðslív í kommununi.
Uppskotið er lagt fyri allar nevndir býráðsins hetta fundarumfarið, og vísir viðgerðin higartil, at allar nevndir taka einmælt undir við tí.
- Sum næst størsta kommuna og býur í landinum hevur tað sera stóran týdning fyri okkum, at allir samfelagsbólkar fáa javnbjóðis møguleikar til eitt virkið arbeiðslív her í kommununi, sigur Jóhann Lützen, sum fegnast um ta breiðu undirtøku, sum málið hevur fingið frá øllum býráðsnevndum.
- Her hava vit sum samfelag í mong ár verið eftirbátur á einum øki, har tað er púra sjálvsagt, at vit broyta bæði hugburð og atburð.
- Okkara samfelag skal sjálvandi hava pláss og virðing fyri øllum, tí vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, sigur Jóhann Lützen.
- Eitt mál sum hetta snýr seg sjálvandi allarfyrst um at broyta hugburð, har vit sum borgarar og samfelag seta okkum fyri, at vit øll her í samfelagnum í tann mun, tað letur seg gera fáa javnbjóðis møguleikar at liva, virka og trívast.
- Men samstundis hevur hetta málið eisini eina tekniska síðu, har tøk somuleiðis skulu takast, um allir borgarar eisini skulu fáa javnbjóðis atkomu- og virkismøguleikar á okkara arbeiðsplássum og í almenna rúminum sum heild, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd hjá Klaksvíkar Býráð.
Allar nevndir býráðsins hava higartil tikið undir við málinum um starvsmøguleikar fyri fólk við rørslutarni á deildum kommununnar, og tá ið politiska viðgerðin er av, verður tað beint aftur í umsitingina at gera ein orðaðan politikk á økinum, sum verður at galda fyri allar deildir og stovnar hjá Klaksvíkar Kommunu.