Trygging
?Herfra kann jeg holde et våget øje med vores konkurrent på den anden side, og det kan de også med os, så det skulle være den ideelle ballance til gavn for kunderne. Nakað soleiðis málber hann seg, nú tey 10 starvsfólkini hjá Trygd eru flutt inn í nýggja arbeiðsplássið í Gongini.
Christian Nielsen, sum tók við sum stjóri á Trygd í 1. november 1997 heldur gongdin hevur verið tann rætta síðani. Í fjør høvdu teir tryggingarpremiur uppá 17.6 mill. kr. Í løtuni er hon góðar 31 mill. kr. Henda framgongdin stavar serliga frá teimum unmleið 50 skipunum, harav 9 av teimum heilt stóru, sum teir hava fingið sum kundar. 1. januar stovnaður teir sína egnu sjótrygging við Páll Konoy sum stjóri. Frammanundan arbeiddi hann hjá Tryggingafelagnum Føroyar. Christian Nielsen sigur, at teirra premiur liggja á sama støði sum tær noðrurlendsku. Teir hava so eisini eitt tætt samstarv við Codan. Hann vísir aftur gitingum um, at kundar hjá Føroya Banka verða trýstir til at brúka Trygd. ?Tað stendur kundum okkara púra frítt at brúka tann peningastovn teir vilja. Hann vísir við hesum eisini aftur, at teir eru farnir at undirbjóða fyri at fáa eitt nú skipini frá kappingarneytanum.
Christian Nielsen er dani men hevur ongar ætlanir um at fara aftur til Danmarkar í bræði. Konan er júst flutt til Føroya. Nú hevur hannn so sett seg til rættis í nýggju hølunum við tí fyri eygað at veita føroyskum tryggingartakarum eina góða tænastu og vøru.