Hesa seinastu tíðina hevur verið arbeitt í Hvalbiartunlinum. Av hesi orsøk er ferðslan tarnað eitt sindur.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi danska ráðgevarafyritøkan, Rambøll, ein kanning av tunlinum.
Tá varð staðfest, at ábøtur skuldu gerast í tunlinum. Næstseinasta vetur varð arbeitt í syðra portaløkinum, og í ár verður so arbeitt við at tryggja tað norðara portaløkið.
Talan er um at tryggja loftið við betongi og at vatntryggja økið, - í fyrstu syftu við at leggja dren í loftið.
Arbeiðið byrjaði fyrst í mai mánaði og fer eftir ætlan at vara komandi vikuna út.
Av hesi orsøk verður tunnilin stongdur um næturnar vanligar arbeiðsdagar millum klokkan 21 og 06 frá mánakvøldinum 6. juni til fríggjamorgun 17. juni. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin klokkan 24.00, 03.00 og annars í samband við Bygdaleiðir og ferðslu til og frá Smyrli.