Tryggjaði sær HM-luttøku

Shaila millum Garðarnar tryggjaði sær leygardagin luttøku til HM, tá hon setti nýtt føroyskt met í 100 metrar frísvimjing

Tá Shaila millum Garðarnar úr Suðuroyar Svimjifelag í gjár setti nýtt føroyskt met í 100 metrar frísvimjing, var somuleiðis greitt, at hon eisini luttaka í HM. Tíðin var 0.58,52. Hon er ein av fýra svimjarum, sum hava svomið seg til gullnál seinasta árið, undir leiðslu av Jón Bjarnason.

Pál Joensen úr Suðuroyar svimjifelag og Kári á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag skulu eisini svimja í HM.

Malan V. Bærendsen og Pál Joensen settu eisini met fríggjakvøldið. Hetta var í ávikavist 50 metrar bringusvimjing og 800 metrar frísvimjing. Tíðirnar vóru 34,94 og 8.00,05.

Sambært svimjing.com er tíðin hjá Páli Joensen nummar 30 av bestu tíðunum í heiminum síðan 1. august í fjør. Hetta er somuleiðis besta tíðin hjá juniorum.