Tryggja Fiskimálastýrið

Tað skal gerast torførari at koma inn á Fiskimálastýrið. Hetta verður gjørt fyri at økja tryggleikan hjá starvsfólkinum


 

Trygd

 

 

 

Glashurðar, sum skulu latast upp innanífrá, verða settar upp við inngongdina til Fiskimálastýrið. Hetta verður gjørt fyri at verja starvsfólkið móti óynskum vitjanum.

 

Yvirgangur úti í heimi, eins og órógvandi vitjanir í tinginum gera, at fólk fara at hugsa um, hvat kann henda teimum sjálvum. Tí vera slík tiltøk sett í verk, upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, nú torførari fer at verða at sleppa inn á Fiskimálastýrið Yviri við Strond.

 

Gjørt verður klárt at seta glashurðar upp, sum eru háttaðar soleiðis, at bara tann, sum innan fyri er, kann lata tær upp. Soleiðis kann starvsfókið gera av, um tann, tey síggja uttanfyri, skal sleppa inn ella ikki.

 

Tað hevur sína orsøk, sigur landsstýrismaðurin, tí tað kemur fyri, at fólk eru í slíkari sinnisstøðu, at tey beinleiðis kunnu ræða starvsfólkini, sum taka í móti teimum.

 

Hann nevnir dømi, har maður hevur ringt til Stýrið og lovað at dripið, um hann ikki hevði fingið fiskiloyvi innan ásetta klokkutíð sama dag.

 

?Vit skulu sjávandi royna at skyna á, hvussu álvarlsiga slíkt er meint, sigur Jørgen Niclasen. Men tað er klárt, at tann, sum fær eina slíka samrøðu, verður illa við.

 

Hann sigur, at tað ber í flestu førum til at finna út av, um hetta er vanligur taliháttur hjá fólki.

 

?Vit kenna teir flestu, sum koma her, og vita, hvussu orðalagið plagar at vera. Men tað er eingin verja í tí, tí tað má væl vera krav, at starvsfólkið verður viðfarið við vanligari fólkaligheit.

 

Hinvegin sigur Jørgen Niclasen, at tað er komið fyri, at hann hevur kannað hóttanir móti honum sjálvum. Hevur roynt at funnið fram til, hvør persónurin er, sum hevur lovað ilt yvir landsstýrismannin ella beinleiðis hótt við at kappa høvdið av honum.

 

Tað hevur hvørja ferð borið til at loyst slík mál, og ongantíð er tað komið so langt sum til at melda nakran, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann viðgongur tó at viðhvørt kunnu fólk gerast so ill í sær, at tað, tey siga og lova, kann kennast rættiliga ótespiligt. Serliga fyrstu tíðina fór djúpari, enn tað ger í dag, hóast tað framvegis sjálvandi verður tikið fyri fult, tá óðir menn hótta ein, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.