Tryggir sigrar

Eftir evstamark til jólablað okkara vórðu tveir dystir leiktir í fremstu flogbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum.
Í báðum førum var talan um dyst millum ÍF og SÍ, og í báðum førum gjørdist úrslitið eisini soleiðis, sum roknast kundi við.
Hjá kvinnunum hevði ÍF ikki stórvegis trupulleikar við at basa mótstøðuni. Enn hevur SÍ einki stig fingið í landskappingini, og tó at tær til tíðir vóru væl við í dystinum hesaferð, so vóru stigini ikki serliga nær.
Hjá monnunum hevur SÍ seinastu vikurnar staðfest, at teir vilja verða heilt frammi í oddinum, og í hesum seinasta dystinum nýttu teir eisini høvið til at staðfesta støðuna.
Uttan stórvegis roks gjørdist talan um tryggan 3-0 sigur, soleiðis at Sørvingarnir nú hava ein lítlan fyrimun, tá farast skal undir endaspælið.