Triathlon
Føroya Triathlon Felag skipaði sunnudagin fyri FM í sprint triathlon fyri lið, t.v.s . at ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða eitt felag, fyritøku ella áhugabólk.
14 lið, 7 manslið, 4 kvinnulið og 3 blandaði lið, høvdu boðað frá, at áhugi var fyri at vera við, men tá avtornaði, møttu 8 lið.
Flestu teirra umboðaðu fyritøkur og feløg, men eisini vóru tvey lið, sum umboðaðu eina familju. Nógv fólk var og hugdi at, tí tað er ikki á hvørjum degi at 24 fólk eru til eina triathlonkapping. Tey, ið kappaðust á liðunum, umboðaðu nógvar ítróttagreinar, og tað gjørdist eisini kappingina meira spennandi, tí liðini vistu ikki undan kappingini, hvussu hesi lógu í mun til hvørt annað.
Frá fyrireikarunum verður sagt, at kappingin gekk heilt væl. Eisini hóast serskildar ferðsluforðingar ikki vórðu settar upp. Við hvørt gjørdist tó nakað trongt, men við hjálp frá løgregluni og sjálvbodnum hjálparfólki gekk hetta tó heilt væl kortini. Tað var tó óheppið, at súkklararnir eitt skfiti súkklaðu ímóti ferðsluni, tá teir á seinasta strekkinum skuldu senda rennaran avstað, heldur enn at súkkla beina leið inn á parkeringsøkið, har skiftið ætlandi skuldi fara fram.
Ein einstøk punktering var eisini á skránni, tá súkklarin hjá Blokkliðnum misti luftina, at kalla. Men tá talan var um royndan súkklara, so voldi hetta ikki til nakrar serligar trupulleikar.
Kappingin varð annars skipað soleiðis, at svimjingin gekk fyri seg í Svimjihøllini. Síðani varð teinurin, Svimjihøllin, Skansin, R.C. Effersøesgøta, norðari Ringvegur súkklaður tríggjar ferð. Skifti til renningina gekk fyri seg við parkeringsøkið við Skógrøkt landsins, og síðani skuldi rennast eftir Hvítanesvegnum, Skraddaragøtu og aftur til Skógrøktina. Ein teinur, sum varð runnin seks ferðir. Tilsamans varð talan um 750 metra svimjing, 20 km súkkling og 5,8 km renning.
Seloy-familjan
Tá kappingin var liðug, hevði Trygginarfelagið Føroyar vunnið kappingina, og heilt óvæntað var hetta neyvan. Á liðnum vóru toppurin av føroyskari svimjing og súkkling, og tí var ikki stórt, sum mótstøðufólkini fingu gjørt við hesar.
Hjá blandaðu liðunum gjørdist liðið við Malan Bærentsen, Eli Christiansen og Rannvá Djurholm væl fremst. Talan var helst eisini um yngsta liðið í kappingini, men við einum sterkum súkklara eydnaðist liðnum at leggja øll hini aftur um bak í hesum.
Og so kann eisini nevnast, at eitt familjulið eisini var við í kappingini. Bjørg Seloy hevur í fleiri ár gjørt vart við seg sum evnaríkur svimjari, og saman við rennandi beiggjanum, Rúni Seloy, og veteraninum, Svend Åge Seloy, høvdu tey sett eitt lið saman, sum á besta hátt ímyndaði strykina, sum eisini kann liggja í ættarbondunum.
Hetta var annars seinasta triathlon-kappingin í 2005. Fyrsta kappingin í nýggja árinum verður sonevndina Nýggjárskappingin, har íðkararnir skulu súkkla og renna eftir rossagøtunun millum ríðibreytin við Oyggjarvegin og fjósini í Havnadali. Til hesa kapping er neyðugt at brúka eina fjallasúkklu.