Tryggingarfelagið Føroyar og Frælsur Ítrottur Føroyar hava skrivað undir sponsoravtalu.
Frælsur Ítróttur Føroyar (FÍF) er í ferð við umfatandi broytingar innan frælsa ítróttin, og hetta krevur nógva orku. Tí frøast tey um, at tey við sponsoravtaluni hava fingið betri møguleikar at røkka hesum málum, veðrur sagt í tíðindaskrivi. Kristina Háfoss, ið er deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum, fegnast um at kunna verða við til at menna tann frælsa ítróttin, fyri á tann hátt at kunna íbirta áhuga millum enn fleiri fólk til at takað ein sunnan lívsstíl til sín og soleiðis tryggja seg móti vælferðarsjúkum seinni í lívinum.