sponsoravtala
Nýggi sáttmálin, sum fevnir um 2001, er eitt framhald av góða samstarvinum, ið hevur verið millum NSÍ og Tryggingarfelagið Føroyar tvey tey síðstu árini.
Fyrsti sáttmálin varð undirskrivaður í 1999, og var hetta ein eitt ára sáttmáli, ið varð longdur í fjør.
Nú er so sjøtul settur á triðja árið, og er enn eina ferð talan um ein eitt ára sáttmála, ið fevnir um eina grundupphædd og so ymsar bonusskipanir.
Endar NSÍ í landskappingini millum fýra tey fremstu liðini, førir tað við sær ein bonus, alt eftir hvussu ovarlaga á stigatalvuni tað verður.
Nú NSÍ er komið í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, er eisini ein bonusmøguleiki í tí, tí kemur NSÍ í finaluna, útloysir tað eina upphædd.
Báðir partar fegnir
? Vit eru glaðir fyri samstarvið, vit higartil hava havt við NSÍ, sum vit síggja sum eitt lið og felag í menning, sigur Henry Olsen, deildarstjóri á marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
? Hesi bæði undanfarnu árini hava vit hildið, at vit hava fingið nakað burtur úr sáttmálanum við NSÍ, sum vit síggja sum eitt seriøst og vælskipað felag.
Eisini Hans Petur Ellingsgaard, formaður í leiðslubólkinum hjá NSÍ, er fegin um, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við Tryggingarfelagið Føroyar:
? Hetta er ein góður sáttmáli, ið vit síggja sum ein munagóðan stuðul til virksemið hjá felagnum, og vit gleða okkum eisini til framhaldandi gott samstarv, nú hetta er triðja árið, vit hava Tryggingarfelagið Føroyar sum høvuðsstuðul.