Tryggingin má ikki sleppa at keypa seg inn í Føroya Banka

- um nakað er í tí ella ikki, skal ein søla ikki beina fyri kapp­ingini á trygg­in­garøkinum

Fríðálvur Jensen

Nú nógv er komið undan kavi, og vit ikki rættiliga kunnu skyna á, hvat er eft­i­rfarandi ella ikki, so eru tað kortini ivi, sum eigur at fáast uppá pláss.
Sjálvur eri eg av teirri fat­an – eftir at hava starv­ast á Kalli seinastu fimm árini – at skulu vit bara droyma um nakra veruliga kapp­ing innan eitt nú trygg­ing­ar- og teleøkið, er tað ein skylda hjá okkara pol­itiska myndugleika at skipa soleiðis fyri, at lív verður hildið í teirri kapp­ing, sum er komin á økjunum.
Tryggingin skal IKKI keypa!
Tað eigur ikki at vera neyð­ugt at koma við eini við­merking sum hesari, men tá eg hoyrdi um, at Tryggingarfelagið Før­oy­ar, saman við øðrum, var ein møguligur keypari av parti av bankanum, fór tað mær kalt oman eftir rygg­inum.
Føroya Banki eigur P/F Trygd, og er tað veruliga so, at ætlanir eru um, at Tryggingarfelagið Før­oy­ar er við at keypa seg inn í Føroya Banka, er kappingin á trygg­ing­ar­øk­i­num farin í søguna. Er hetta ætlanin?
Eg minnIst, at tá lib­e­ral­i­ser­ing­in innan trygg­ing­ar­økið varð framd á sinni, vóru nógvar kreftir innan Trygg­ingina, ið royndu at beina fyri hesum. Tí er hetta kanska ein roynd at fáa gjørt tað soleiðis, at vit nú aftur skulu verða bumbaði aftur í mon­o­pol­tíð­ina, tá tað vóru mon­o­pol­páv­arnir, sum settu dags­skránna!
Avgerðin er TYKK­ARA!
Eg fari heita á okkara pol­it­iska myndugleikan at steðga á og gera sær greitt, hví bankin skal selj­ast.
Tit hava júst gjørt av, at tað verður ongin søla framd av Føroya Tele í hes­um valskeiðnum, so kanska áttu tit líka at steðga á, so allur ivi kann beinast av vegnum í sam­bandi við søluna av Føroya Banka.
Eg taki fult undir við all­ari liberalisering, men hon skal bara ikki beina fyri kapping á øðrum økj­um!